Foreldrafundur í miðdeild
Sosialir miðlar og online spøl fylla hjá børnum í dag, og tí vilja vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund mánadagin 27.04.2026 kl 18:00 - 20:00 í Hvalbiar skúla, har dentur verður lagdur á fyribyrging, foreldrasamstarv og felags leiðreglur í 4., 5. og 6. flokki í talgyldum høpi.
SSP- ráðgevi og politistur leggja fyri. Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá børnum, vitjar SSP-ráðgevi tey um dagin.
Gevi flokslæraranum boð, um tit koma ella ikki.
may. 2026